Aftur til V.FO
|
Bindiklubbabókin 2 síða 3 | Aftur til síðu 1 | |||
Skriva til okkum | Aftur tíl síðu 2 | ||||
Bindiuppskriftir | Síða 28 | ||||
Tann ljósablái liturin verður bundið rætt og tann myrkablái liturin er
rangt.
Tann ljósi grái liturin verður bundið rætt svart og tann myrki grái verður bundin rangt svart. |
|||||
Troyggja til 2-3 ár. |
Bulur: Kasta 100 eygu upp á við svørtum á stokk nr 3. Bind 2 røtt og 2 rong 4 umfør. Skift til blátt og bind 3 umfør 2 røtt og 2 rong, skift aftur til svart og bind 5 umfør 2 røtt og 2 rong. Á síðsta umfari verður tikið upp á til 128 eygu.
Skift til stokk nr. 3,5 og bind eftir tekningini uml 26 cm upp til hond,
les 6 eygu av fyri handarhol. Ryggur verður bindin til alt mátar 38 cm.
Framstykkið verður bundi til tað resta 10 umfør í, tá verður tikið niður
fyri háls soleiðis, 8 eygu mitt einaferð og síðani 3-2-1-1 hvørjumegin
við. Nú skuldi framstykki og ryggur verið líka langt. Les saman á
økslini.
Erma: Kasta 32 eygu upp á og bind rond, eins og á bulinum. Á síðsta stokki verður tikið uppá til 40 eygu. Skift stokk til nr. 3,5 og fylg tekningini, til erman er 28 cm. Tikið verður uppá ermuna á 6 hvørjum umfari. Tak nú 48 eygu upp á stokk nr. 3 til kraga og bind hann sum rondina á bulinum. Les av. |
||||